Hatta líktist ongum

Tað sigur Mortan Johannesen, sum eigur trolararnar, Ametyst og Jaspis. Hann heldur, at tá hann hvði goldið fyri upptøkuna av oljuni, átti málið at verið avgreitt

- Eg eri ikki nøgdur við dómin. At vera undir ákæru er so langt úti, og eg krevji størri virðing, sigur Mortan Johannesen.
Hann er ógvuliga harmur um dómin, og vísir á, at hann ongantíð hevur verið ákærdur áður.
- Eg sigi við sýnsmannin hjá Norsk Veritas, at nú er hann ov seinur við krøvunum, og hann fær bara játtað, at so er, sigur Mortan Johannesen.
Hann heldur eisini lítið um ákæran, sum í hesum føri var Linda Hellesberg.
- Har situr hon og spyr meg, um eg havi syrgt fyri hesum og hasum, men hon veit jú ikki, hvussu tað gongur fyri seg umborð á einum fiskiskipi. Og so tekur hon tey keðiligastu tingini fram, eg føli tað sum eitt bæði óbehagiligt og keðiligt fornemmilsi, sigur Mortan Johannesen.
Hann sigur, at hann hevur siglt síðani 1951, og hann veit einki um, at eitt luftrør er tært.
- Gamalt er í Føroyum, at gera sjóklárt, og tað er at syrgja fyri, at alt er í lagi tá farið verður avstað. Men tað er ikki vanligt, at skiparin gongur runt og tryggjar sær, at alt er í lagi, áðrenn hann fer í land eftir loknan túr. At maskinmeistarin tryggjar sær, at alt er í lagi, er nakað heilt annað, tað ger hann og syrgir fyri, at alt er trygt, áðrenn hann fer í land, sigur Mortan Johannesen.
Hann sigur, at teir hava sínar mannagongdir umborð, men ikki tær, sum hon spyr eftir.
- Vit hava okkara mannagongdir. Men tær umfata ikki eitt nú at kanna elektromotorar javnan, tí antin virka teir ella virka teir ikki, sigur Mortan Johannesen.

Hendilig óhapp
Hann sigur seg vera illa tilpassar av at verða so nógv niðurgjørdur av ákæranum.
- Hon situr har eg hevur ikki ánilsi av, hvussu tað gongur fyri seg umborð á einum skipi. Eg havi altíð gingið ógvuliga høgt upp í at hildi míni skip til lítar, og tað sum hendi við tærda luftrørinum havi eg ongantíð verið úti fyri áður øll tey árini ag havi siglt, líka síðani 1951, sigur Mortan Johannesen.
Hann er eisini vónbrotin av dómaranum.
- Eg helt, at hann heilt tíðiliga var í parti við ákæranum. Vit tóku oljuna upp og guldu fyri tað beinanvegin, restin er at meta sum forfyging, sigur Mortan Johannesen.
Hann sigur seg minnast, tá hann byrjaði at keypa skip, hvussu myndugleikarnir tá ryndu at hjálpa sum frægast.
- Tá var ein vilji at gera tað so gott og lætt, sum gjørligt at hava skip. Í dag sær út til, at so nógvir fótonglar sum gjørligt skulu leggjast í vegin, sigur Mortan Johannesen.
Hann viðgongur, at tað sær ikki gott út, tá vágin flýtur í olju.
- Nei, tað er ikki gott, at vágin flýtur í óhumsku. Men í hesum førunum var tað jú hendilig óhapp, og rokningin fyri at fáa oljuna upp aftur var goldin beinanvegin. Og tá so at fáa eina bót omaná, haldi eg líkist ongum, sigur Mortan Johannesen, reiðari á Ametyst og Jaspis, sum tó ikki ætlar sær at gera meira við málið.