Hatta líkist ongum

Tað er løgtingsformaðurin og ikki privatpersónurin Páll á Reynatúgvu, sum er boðin. Tí eigur hann at fara til døgurðan hjá drotningini, sigur Bárður á Steig Nielsen.

- Tað líkist ongum, at løgtingsformaðurin ikki vil eta døgurða saman við drotningini, tá hann verður boðin, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.

 

Í samrøðu við Rás 2 hósdagin, boðaði løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, frá, at hann hvørki fór at taka ímóti riddarakrossinum ella til døgurðan, sum hennara hátign bjóðar til umborð á Dannebrog í annaðkvøld.

 

Bárður á Steig Nielsen leggur dent á, at tað er í kraft av sínum embæti sum løgtingsformaður, og ikki sum privatpersónur, at Páll á Reynatúgvu er boðin til døgurðan umborð á Dannebrog.

- Hann er boðin sum eitt umboð fyri Føroya løgting og Føroya fólk og ikki sum privatpersónur. Tí haldi eg, at hann eigur at møta til døgurðan hjá drotningini. Tað er partur av embætinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.