- Hatta er ótiltalandi av TF Holding

- Vit vilja hava feløgini skyld frá hvørjum øðrum, og tað veit TF Holding av, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Fyrr í dag vórðu Føroya fólk kunnað um, at bygnaðurin í Føroya størsta fíggingarsamtakið varð broyttur saman við samleika teirra.

 

 

Og meðan tað kundi væntast, at man fór at minka um valdið hjá Súna Schwartz Jacobsen nú man broytti bygnaðin, so var tað júst tað øvugta sum hendi.

 

 

 

Orsøkin til man kundi vænta størri skilnað millum fyritøkurnar undir TF samtakinum er, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt púra greitt yvirfyri Føroya fólki og TF Holding, at landsstýrið fer at koma við einum lógaruppskotið innan nakrar vikur, sum ger tað ólógligt at hava tað konstruktión, sum TF samtakið hevur havt. Eitt nú við sama stjóra, somu nevndarlimum o.s.fr.

 

 

 

Men í dag er Poul Michelsen eftir øllum at døma gloymdur púra burtur, tí TF samtakið – nú Betri samtakið – kundi fyrr í dag boða frá, at Súni Schwartz ikki longur verður stjóri í móðurfelagnum og einum felag undir samtakinum – hann verður forstjóri í móðurfelagnum og fýra út av fimm feløgunum undir bankanum.

 

 

Les eisini: Nú er Súni stjóri í øllum

 

 

Hann er sostatt í dag konsernstjóri, hann er tryggingarstjóri, bankastjóri og pensjónsstjóri – og tað fimta felagið undir Betri samtakinum BetriHeim –ja har er hann nevndarformaður.

 

 

 

- Eg kann bara siga, at eg havi sjálvur borið Súna Schwartz Jacobsen uppskotið, sum eg ætli mær at leggja fram. So hann veit, hvat landsstýrið vil hava. Um hetta er ein máti at gera í móti okkara vilja, so mugu vit bara broyta bygnaðin aftur, sigur Poul Michelsen.

 

 

 

Hann veit enn ikki júst, hvussu hann skal tulka tað, sum Betri samtakið hevur kunngjørt í dag. Men hann ger greitt, at honum dámar ikki tað, sum tað sýnist sum.

 

 

 

- Eg haldi eg kann siga, at hetta er ótiltalandi av samtakinum. Men eg broyti ikki meining og lógaruppskotið kemur í tingi skjótt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.