Kjakið hevur verið heitt á sosialu miðlunum seinastu dagarnar í sambandi við, at landsstýrið hevur mælt festivalum til at avlýsa.
Av øllum landsstýrinum er tað serliga Jenis av Rana, mentamálaráðharri, sum hevur fingið nógvar atfinningar. Tað hevur hann, tí hann á tíðindafundinum fríggjadagin heitti á leguhúsini Zarepta og Nesvík um at hava legur í summar. Tað eru nógv, sum ikki skilja, hví børn og ung kunnu savnast í leguhúsum, men ikki á festivalum og heldur ikki í náttarlívinum aftaná klokkan 22.
Tí hava ákoyringarnar á mentamálaráðharran verið harðar, og summi halda enntá uppá, at Miðflokkurin hevur strongt á fyri at hava festivalar og skeinkistøð afturlatin.
Nú svarar Jenis av Rana atfinningunum aftur, og hann heldur ikki, at samanhangur er í atfinningunum móti sær.
– Eitt er, hvat man sigur, annað hvat nøkur vildu ynskt, at man hevði sagt, skrivar hann.
– Eg havi hvørki havt stundir ella hug at viðmerkja ósonnu uppáhaldini um, hvat eg skal hava sagt á tíðindafundinum fríggjadagin. At summi beinleiðis siga ósatt er eitt, men at onkur enntá boðar frá, áðrenn hann byrjar útspillingin av mær, at hann hvørki hevur lurtað eftir tí, ið eg segði, ella hugt eftir tíðindafundinum, avdúkar væl veruliga endamálið, sigur Jenis av Rana.
Í hesum sambandi hevur hann endurgivið nakað av tí, hann segði á tíðindafundinum fríggjadagin, tá tíðindafólkini Barbara Holm og Jón Brian Hvidtfeldt frá KVF spurdu hann um festivalar og leguhús.
– Kanska tað hjálpir onkrum at síggja, hvussu langt frá veruleikanum og sannleikanum nógv av tí, sum verður sagt um m.a. politikarar, er.
Endurgevingin hjá Jenisi er hendan:
Spurningarnir frá Barbaru:
Barbara spyr um festivlarnar, nevnir, at: ”tit avlýsa longu nú G festivalin og summarfestivalin”.
Svar mítt var: ”nú fáa vit at síggja. Okur vita, at tað eru hugsanir um at kanska at gera teir á ein annan hátt, kanska at hava teir seinni”. Nevni víðari, at: ”Hetta er fyri juli og august, at okur siga, at teir ikki skulu verða, so tað er óvist enn”.
Til hetta svarar og spyr Barbara: ”vil tað siga, at tú heldur at hesir festivalar, teir stóru føroysku festivalarnir, sum skuldu verða í juli og august, kunnu verða seinni ella í skerdum formati”?
Svar mítt varð: ”tað er ein møguleiki”.
Tá hon so spyr aftur endurtaki eg, at: ”eg tori ikki at siga hvat hendir í septembur ella fyri tann sak skuld august, okur vita for lítið um framtíðina til at kunna vera so avgjørdir”.
---------------------------
Spurningarnir frá Jón Brian:
Prátið við Jón Brian var um tað heilsufakliga og smittuvandan, m.a. um munin millum at samla 100 tals børn á Zarepta ella í Leguhúsinum mótvegis túsundtals á Leynasandi”. Har greiddi eg
m.a. frá, at barnalegur og festivalar kunnu ikki samanberast. Og eg metti, at smittuvandin var nógv minni undir skipaðu umstøðunum í Leguhúsunum.
Sum síðsta spurning spurdi Jón Brian: ”hevur tað ikki stóran týdning fyri ung fólk kanska at sleppa á Gøtusand at lufta sær”.
Svar mítt (sum var partur av prátinum um smittuvandan), var: nei, eg haldi ikki, tað kunnu tey saktans vera fyri uttan.