Hatta broyta vit skjótt

Tað var ein fáorðaður René Tórgarð hjá EB/Streymi, vit fingu orðið á eftir dystin.

 
- Nei, vit spæla ikki upp til tað sum vit megna, og B68-arnir vóru ágrýtnir og stríddust væl, men okkara avrik var bara ikki nóg gott, staðfestir málverjin hjá EB/Streymi.
Spurdur um, hvussu lagið í EB/Streyma-leguni nú er, og um tað eru nervarnir, sum spæla inn, sigur málverjin lagið framvegis er gott, og at teir ikki hava fingið nervar.- Vit hava spælt tveir dystir, har tað ikki hevur riggað so væl hjá okkum, men tað er onki problem, tí hetta broyta vit skjótt, segði René Tórgarð eftir dystin í gjár.