Hátíðarliga gudstænastan er tað besta

- Eg haldi, at alt, sum børnini skulu til á ólavsøku, skuldi kostað nógv minni. Tað eru alt ov mong, sum gera sær dælt við at vinna sær pening burtur úr ólavsøkuni, heldur Marius Thomas Rein.

- Tað besta við ólavsøkuni er hátíðarliga gudstænastan, heldur Marius Thomas Rein. Mynd: Jógvan á Dul

Fert tú á ólavsøku? 

- Ja, sjálvandi fari eg á ólavsøku. Eg havi hildið allar ólavsøkur, eg veit um - undantikið tey árini, eg var í útlondum í útbúgvingarørindum.

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár? 

- Saman við konuni vóru vit til setanina á Vaglinum, og síðan hugdu vit eftir onkrum framsýningum. 

Tað sigur Marius Thomas Rein, kirkjuráðsformaður. 

Hann vísir á, at tað eru nøkur ár síðan, at hann og konan hava verið til kappróður, men í gjár vóru tey til konsetina í Havnar kirkju, har Ernst Sondum og vinfólk sungu og spældu.   

 

Eftir konsetina skuldi kirkjan gerast klár til hátíðargudstænastuna ólavsøkumorgun.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni? 

- Tað besta við ólavsøkuni nú er gudstænastan ólavsøkumorgun, sum er sera hátíðarlig. 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Eg haldi, at alt, sum børnini skulu til á ólavsøku, skuldi kostað nógv minni, enn tað ger. Tað eru alt ov mong, sum gera sær dælt við at vinna sær pening burtur úr ólavsøkuni, sigur Marius Thomas Rein.

 

 


 

 

- Tað besta við ólavsøkuni er hátíðarliga gudstænastan, heldur Marius Thomas Rein. Mynd: Jógvan á Dul