Í dag er stórt tiltak í Tórsgøtu í Havn, har fokus verður sett á sjógæti. Tiltakið “Ein dagur á grynnuni” varpar ljós á tað margfeldi, sum er í sjónum kring okkum. Talan er um eitt ókeypis tiltak fyri alla familjuna.
Talan er um eitt nýtt tiltak, sum tríggir mans hava tikið stig, og sum skal varpa ljós á alt tilfeingi, sum er sjónum kring okkum. Tað eru teir tríggir Birgir Enni, Kári Sørensen og Bogi Andreasen, ið standa aftan fyri tiltakið, ið nevnist “ein dagur á grynnuni.
Í sambandi við tiltakið hava fyrireikararnir í eitt longri tíðarskeið arbeitt við at savna ymiskar rávørur úr sjónum. Skip og reiðarar eru komin við eini ørgrynnu av ymiskum fiskasløgum, og sjálvir hava fyrireikararnir saman við øðrum kavað kring landið eftir øðum, igulker og øðrum.
Allar rávørurnar skulu brúkast til, at vanligi føroyingurin kann sleppa at fáa sær eina smakkiroynd av ymisku rávørunum, og hvussu tær kunnu brúkast.
Tað verður ókeypis at royna ymisku rávørurnar. Borð og grillir verða settar upp í Tórsgøtu, og í Perluni fer Birgir Enni at borðreiða við síni heimskendu fiskasuppu.
Umframt smakkiroyndirnar verður eisini tónleikur og fyrilestrar á skránni. Eitt nú fara Harmonikuliðið, Ævintýraferðin og Uni Debes at spæla á Reinsarínum, og í Miðlahúsinum verða ymsir fyrilestrara viðvíkjandi rávøru úr sjónum.
Umframt hetta verður eisini ein fram sýning hjá Sjósavninum við ymiskum djóra sløgum úr sjónum. Hendan fer fram, har útróðrarmenn selja fiskavørur í Vágsbotni vanligar dagar.
Ymiskt annað er eisini á skránni, og øll skráin fyri dagin sæst á Facebookvanganum hjá tiltakinum.
»Ein dagur á grynnuni« byrjarði klokkan 10 og heldur fram til kl. 17. Alt gongur fyri seg í Tórsgøtu og oman í Vágsbotn.










