Hátíðarhalda finska tjóðardagin í Føroyum

Norrøna Ungmannafelag Føroya hátíðarheldur finska tjóðardagin undir heitinum “Finski tjóðardagurin hildin í Føroyum - Finnland - millum Norðurlond og Russland.”


Danin Kim Sandvad West, granskari í finnskum og búsitandi í Finnlandi, fer at hugleiða og greiða frá finskari mentan og máli, og hvussu hetta passar inn í norðurlendska samstarvið.


Kim Sandvad West er í løtuni í Føroyum og undirvísir í finskum á Fróðskaparsetri Føroya. Kim er eisini formaður fyri lokala Norrøna Felagið (Pohjola Norden) í Vasa.


Tey sum búgva i Norðurlondum hava ofta lyndi til ikki reiðiliga at skilja sambandið millum Finnland og restina av Norðurlondum, tí mentanin í Finnlandi er nógv øðrvísi. Millum annað hevur finska málið ein heilt annan uppruna enn t.d. tað føroyska málið. Hví er Finnland ein partur av Norðurlondum og hvat eyðkennir finsku mentanina? Er Finnland ikki nærri grannalandinum, Russlandi, og hvat halda finnar sjálvir?


Millum spurningarnir, ið Kim Sandvand West fer at svara eru: “Hví tosa finnar so løgið?” og “Hví dámar teimum væl at ganga í sauna?”, “Hvat eyðkennir Finnland?” og “Hví er tað ein partur av Norðurlondum, tá finnar ikki tykjast at vera so líkir hinum norðbúgvunum?”.


Fyrilesturin, ið verður á donskum, verður hósdagin 26. november í Jónas Broncksgøtu 25.