Í samband við, at eitt ár er liðið, síðan Russland staðfesti, at ukrainsku regiónirnar, Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjzja, nú eru ein partur av Russandi, hevur konsert og stórt hátíðarhald verið á Reyða Torginum í Moskva í kvøld.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur kunngjørt, at dagurin hin 30. september er heilidagur í Russlandi.
Sky News veit at siga, at fólk í tíggjutúsundatali hava verið savnað her í kvøld undir slagorðinum "Eitt land, ein familja, eitt Russland".
Myndir vísa, at her er eitt hav av fólki, sum veittra við russiskum fløggum. Sky Nevs veit at siga, at tey flestu, sum hava verið her í kvøld, hava fingið boð frá sínum arbeiðsgevarum um at møta.
Sambært tíðindamiðlinum heldur russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki røðu undir hátíðarhaldinum í kvøld, men hann fer í morgin at halda eina bandaða sjónvarpsrøðu fyri russiska fólkinum.