1. oktober verður tað eitt ár síðani, at spælistaðið Reinsaríið lat upp í miðbýnum í Havn.
Tað verður hátíðarhildið við einari konsert, har nøkur av fremstu tónleikanøvnunum í Føroyum luttaka. AVE, Lena Andersen, Hanus G. Johansen, Marius Ziska og Elinborg trína øll á pall til tí serligu føðingardagskonsertina.
- Vit hava hoyrt ómetaliga nógvan tónleik í Reinsarínum seinasta árið. Og tað er hugaligt at hoyra gestirnar og tónleikararnar lata so væl at umstøðunum og virkseminum, sigur Bogi Andreasen, dagligur leiðari í Reinsarínum, við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.
Føðingardagstiltakið við AVE, Lenu Andersen, Hanus G. Johansen, Elinborg og Marius Ziska verður hóskvøldið 1. oktober.