Hátíðarhald í Grasagarði leygardagin

Nógv vitjaða spæliplássið í Grasagarði, millum Steinatún og Kongagøtu, letur upp leygardagin.

 

Nýggja spæliplássið bjóðar inn til spæl, rørslu og uppihald, og við forvitnisligum upplivingum og uppihaldsmøguleikum skal Grasagarður verða ein savningarstaður í miðbýnum, skrivar torshavn.fo.

 

Nýggj ljósseting er við til at tryggja, at Grasagarður eisini verður innbjóðandi í myrku tíðini.

 

Verkætlanin varð boðin út sum ein heildararbeiðstøka. Fyritøkan Sp/f Arta vann útboðið.

 

Í sambandi við tiltakið í Grasagarði leygardagin kl. 14 er skráin:

 

  • Heðin Mortensen (borgarstjóri) bjóðar vælkomin
  • Tróndur Sigurðsson (formaður í byggi- og býarskipanarnevndini) sigur nøkur orð
  • Umboð frá Arta (arbeiðstakari) sigur nøkur orð
  • Umboð frá Javna sigur nøkur orð