Hate crime: Háðaður og avhølvaður vegna húðalit

Løgreglan í Havn sóknast í løtuni eftir trimum ungum monnum sum í miðbýnum sunnumorgunin løgdu á og bardu av ein 16 ára gamlan drong við øðrvísi húðaliti.
- At leggja á ein slíkan drong kann ikki beskrivast øðrvísi enn stórt svínarí, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

- Onkur má hava sæð tilburðin – annaðhvørt fólk sum er farið har framvið ella onkur bilur, sigur Bergleif.
Tann 16 ára gamli drongurin hevur verið til avhoyringar hjá løgregluni, og hevur hann greitt frá tí, soleiðis sum hann upplivdi hesa ógvusligu hendingina sum í útheimi helst hevði verið skrásett sum “hate crime”.
Út frá hesum hevur løgreglan staðfest, at talan var um tríggjar álopsmenn, har serliga tann eini tóktist verða høvuðsmaðurin aftanfyri skammiligu atgerðini.
Teir tríggir dreingirnir eru fyrst í tjúgunum, og er høvuðsmaðurin umleið 185 centimetrar høgur, hevði myrkt hár og var í svørtum jakka. Óvist er um talan var um havnarmenn ella menn av bygd.
- Men vit ynskja í øllum førum at fáa fleiri tips frá fólki, sum vóru í býnum henda morgunin. Onkur má hava sæð okkurt.
- Tey kunnu fegin ringja ónevnd til løgregluna við tipsum. Vit ynskja at arbeiða víðari við málinum fyri at koma til botns í tí, sigur Bergleif Brimvík um hetta álvarsama málið.
Eitt slíkt mál kann geva upp í fýra ára fongsulsrevsing. Tí hevur tað týdning, at løgreglan fær fatur á teimum, soleiðis at sleppast kann undan slíkum racistiskum harðskapi í framtíðini.

Háð og spott
Ógvusliga hendingin fór fram tíðliga sunnumorgunin – millum klokkan 4 og 5:30.
Ungi maðurin hevði verið í býnum og hevði hugnað sær saman við nøkrum vinfólkum í Klubbagarðinum.
Ta einu løtuna missir hann hesi vinfólkini burtur, og avgerð snøgt sagt at fara til hús. Men soleiðis skuldi altso ikki ganga hjá 16 ára gamla dronginum.
Á veg út úr garðinum kemur hann í hóslag við tríggjar menn, sum eru nøkur ár eldri enn hann – fyrst í tjúgunum. Hesir hava helst havt bert eitt í kvittanini, og byrja beinanvegin at háða og spotta hann, og kalla hann bæði líkt og ólíkt vegna húðalit sín.
Ungi maðurin verður sera illa við av hesum, og finnur seg als ikki í slíkum racistiskum úttalilsum. Hann mutar, sum vera man, ímóti, og greiðir teimum frá, at hann hevur eins góðan rætt at vera her í Føroyum sum teir.
Líkt er til, at hetta líkar ikki hesum trimum monnunum, og høvuðsmaðurin aftanfyri racistiska álopið fer nú beinleiðis yvir til unga manning, tekur í hann og førir hann yvir móti Tinghúsinum. Hagani verður hann víðari førdur oman móti stabbunum – og leinkjunum!! – inn móti Tinghúsvøllinum.

Skavaður í andlitið
Samstarvsfelagararnir hjá høvuðsmanninum halda seg ikki aftur, og ta einu løtuna verður maðurin hildin fastur her og tvungin at boyggja seg afturav við andlitinum uppeftir.
Men høvuðsmaðurin er ikki liðugur við gerning sín. Hann kemur nú fram við einumhvørjum hvøssum luti, møguliga einum fløskubroti ella øðrum, og byrjar at skava í andlitið á dronginum. Talan hevur kortini ikki verið um knív, kann staðfestast.
- Hann føldi tað sum um teir skrivaðu bókstavir í andlit og enni hansara. Men tað er kortini einki sum týðir uppá tað, slær Bergleif Brimvík fast.
Hinvegin kann staðfestast, at ungi maðurin hevur fingið vatnrættar skurðir í ennið og nasaryggin, eins og hann hevur fingið fleiri loddrættar skurðir í vinstra kjálkan.
Umframt henda gerningin er maðurin sparkaður í klovan, og hevði bæði merki og rættiliga nógva pínu undir aðrari síðuni.

Trýstur niður
Hóast ein skuldi trúð, at nú var sloppið hjá unga manninum, so var racisman ikki “sluppet op” fyri tað: Teir trýstu hann nú enn meiri niður, soleiðis at hann bóltaði inn á Tinghúsvøllin, samstundis sum teir talaðu háðandi og spottandi racistisk orð móti honum. Síðani fóru teir avstað.
Eftir lá so ungi maðurin, avhølvaður, skelkaður og einsamallur. Hjá honum var ikki annað at gera, enn at sleppa sær til hús, har tey annars høvdu hátíðardag fyri framman.
- Hann var so mikið skelkaður, at hendingin fyrst varð fráboðað okkum seinnapartin um dagin, sigur Bergleif Brimvík.

Slíkur harðskapur er svínarí
Fyri Bergleif Brimvík er eingin ivi um, at slíkar hendingar als ikki eiga at koma fyri.
- Allur harðskapur er svínarí. Harðskapur av slíkum slagi er grovt svínarí, sigur leiðarin á kriminaldeildini.
Teir hava áður havt dømir um, at fólk eru vorðin niðurgjørd vegna húðalit sín. Men hetta hevur “bert” verið munnligur harðskapur – og ikki grovur likamligur harðskapur sum í hesum førinum.
- Slíkt hendir tíbetur ikki ofta her hjá okkum. Og tí vóni eg, at hetta bert er eitt einstakt mál.
- Tí vóni eg, at vit kunnu steðga hesum beinanvegin. Og at tann og teir sum hava gjørt hetta fáa sína revsing, sigur Bergleif Brimvík.
Revsiramman fyri slíkan harðskap er sambært grein 245 í revsilógini fýra ára fongsulsrevsing.
Men fyrstu má løgreglan fáa fatur á teimum seku.




FAKTA
Fýra ár í fongsul
Revsilógin hevur greiða talu, tá slíkur harðskapur verður framdur. Tvær greinar vísa hetta:

§ 245
Den, som udøver et legemsangreb af særlig rå, brutal eller farlig karakter eller gør sig skyldig i mishandling, straffes med fængsel indtil 4 år.
Stk. 2. Det samme gælder den, som uden for de i stk. 1 nævnte tilfælde tilføjer en anden person skade på legeme eller helbred.

§ 266 b.60)
Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse eller tro, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.