Í dag kunngerð festivalurin við Múrin enn eitt útlendskt navn, ið trínur á pall í Kirkjubø í summar, og talan er um bretska popp bólkin Hatcham Social. Hatcham Social eru í løtuni á sama plátufelagi sum The Ravonettes í Stórabretlandi og Radiohead í USA, og hava júst útgivið fyrstu fløgu teirra og hava fingið sera góð ummæli í skjáttuna. Millum annað hava teir fingið 8 út av 10 frá NME music magazine, ið er mest lisna vikuliga tónleikablað í Stórabretlandi, 10 út av 10 frá Vice magazine og eisini varð fløgan kosin ?album of the month? í the Artrocker Music magazine.
Millum størstu LIVE framførslurnar síðsta árið, kunnu nevnast ein útseld framførsla í 100 í London, framførsla á heimsins størsta sýnisgluggatiltaki South by South West í Austin, Texas, høvuðsnavn á Faraday festivalinum í Barcelona fyri 4000 fólkum, útseld framførsla í Batafar í Paris og eina sera væleydnaða konsertferð í Italia.
Teirra hitt ?So So Happy Making? var nummar 14 á bretska listanum og næsta stakfløga teirra ?Crocodile? kom út 8. juni.
Teir skulu spæla á fleiri festivalum í summar, til dømis á The Isle of White og Hultsfred í Svøríki, umframt at teir eisini hava framførslur í Hollandi og Noregi og eina umfatandi konsertferð í USA við the Charlatans. Summarið hjá Hatcham Social hevur nógv spennandi í væntu.
-Hatcham Social gleða seg at koma aftur til Føroya, tí tað var her, teir høvdu teirra fyrstu framførslu uttanlands á G! Festivalinum í 2006. Nú koma teir aftur við einum fjórða limi í bólkinum, einum havi av royndum og eini einastandandi debut fløgu, og teir eru ógvuliga spentir at luttaka í fyrsta festivalinum við Múrin nakrantíð, sigur Tina Jacobsen, samskipari










