Hat-trick til kvinnurnar

Aftur hesa ferð skuldu fimm sett til, og aftur hesa ferð megnaðu føroysku flogbóltskvinnurnar at endurvinna gullmerkið á oyggjaleikunum

Guernsey: Føroysku kvinnurnar eru drotningarnar innan flogbóltin á oyggjaleikunum. Hetta varð enn einaferð staðfest, tá finaludysturin móti Saaremma var á skránni fríggjadagin.
Sigurin hesa ferð kom tó ikki heilt so lætt, sum hann kom í hinum dystunum, sum Føroyar leiktu á Guernsey, og kanska var stóri trupulleikin hjá okkara liði, at mótstøðan hevði verið ov veik fram til finaluna.

Mest sum ov
Ikki minst tóktist hetta koma til sjóndar eftir fyrsta settið fríggjadagin. Í hálvfinaluni móti Álandi høvdu okkara verið dekan ov seinar úr startblokkunum, og tær tóktust uppsettar uppá, at hetta so ikki skuldi henda aftur. Frá fyrsta bóltinum riggaði nærum alt á føroyska liðnum, og við nøkrum dundrandi bóltum frá Helen á Lakjuni var sjógvur alt fyri eitt lagdur ímillum liðini.
Kanska var lætti sigurin hetta fyrsta settið viðvirkandi til, at okkara nú settu ferðina niður. Við eitt sindur minni av trýsti fekk Saaremaa nú eisini sínar móttøkur upp á pláss, og hetta var sum at rætta einum ávísum harra lítlafingurin. Snøgt sagt, so vildi einki bera til hjá okkara nú, og tað tóktist vera fullkomuliga líka mikið, hvørjar variantar okkara brúktu til álopið, so stóð mótstøðublokkurin altíð har, sum hann ikki skuldi standa.

Reistust aftur
Saaremma tók bæði næsta og triðja settið, og so stóð av álvara á hjá okkum. Men tað var so eisini júst her, at drúgvu royndirnar á liðnum komu til sjóndar. Tær noktaðu fullkomuliga at geva seg yvir, og miðskeiðis í settinum kom so aftur gongd á. Saaremma hevði tá eina 12-6 leiðslu, og kanska vóru nervar farnir at gera um seg, men tað var so ikki okkara megin netið. Tina Jacobsen servaði átta bóltar á rað, og tó at Saaremaa royndi at reisast aftur, so var greitt, at sjálvsálit teirra hevði fingið eitt ordiligt knekk. Gudrid Nolsøe fór nú eisini at sýna, hví hon av mongum verður mett sum vandamesti føroyski álopsleikarin. Saaremaa royndi at koma aftur, men hóast Gudrid kiksaði við fyrsta settbóltinum, so var hetta ikki nóg mikið.
Og í fimta settinum stóð greitt, at sjálvsálitið var fokið. Fram til hálvt settið gekk javnt á, men tá tað fór at standa á, var eingin ivi. Uttan nakað hóvasták tóku okkara nú fleiri bóltar á rað, og við støðuna 14-8 var nú bert at bíða, til seinasti bólturin varð vunnin. Tað varð hann eisini, og so kundi gullveitslan byrja. Reint hat-trick til føroysku kvinnurnar, sum enn einaferð sýndu, at tær eru gyltar.