Soleiðis hevur Cannavaro vunnið alt, sum vinnast kann, hetta kappingarárið.
Heimsmeistari, Gylta bóltin frá France Football, ársins spælari hjá World Soccer og nú eisini ársins spælari hjá FIFA. Seinasti heiðurin - tann frá FIFA - varð staðfestur á gallaveitslu í Zürich mánakvøldið. Undan hesum var greitt, at Fabio Cannavaro kappaðist við Zinedine Zidane og Ronaldinho um heiðurin, har landsliðsvenjarar og liðformenn á ymsu landsliðunum greiða atkvøðu. Endin varð so, at Cannavaro hevði flestu atkvøðurnar, og ikki sørt errin kundi spælarin, sum nú spælir í Real Madrid, taka ímóti heiðrinum.