Hassan skal inn at sita

21 ára gamli danski yrkjarin Yahya Hassan, sum fyri nøkrum árum síðan var nógv fagnaður í Danmark fyri hansara fyrsta yrkingarsavn, er í dag vorðin dømdur til eitt ár og níggju mánaðir fongsul.


Yrkjarin varð í rættinum í Aarhus funnin sekur í at hava skotið ein 17 ára gamlan mann í fótin. Umframt fongsulsrevsingina, er hann dømdur at rinda sakarmálskostnaðin og eina bót á 40.000 krónur, umframt at hann hevur mist rættin at koyra bil í eitt ár.


Yahya Hassan hevur verið varðhaldsfongslaður síðan mars í ár, tá hann sambært ákæranum skeyt ein 17 ára gamla mannin.


Yrkjarin hevur tó hildið fast við, at hann ikki skeyt unga mannin við vilja, men at talan var um eitt óhapp. Rætturin trúði frágreiðingini hjá Yahya Hassan, men dømdi hann fyri at sett lívið ella heilsuna hjá einum øðrum persóni í vanda.


Umframt skottilburðin, so varð Yahya Hassan eisini ákærdur fyri 34 ymisk brot á revsilógina, matstovulógina, ferðslulógina og rúsevnislógina.


Yahya Hassan hevur góðtikið dómin.