Hash-hundur í havsneyð

Meðan tveir feðgar vóru á floti týsdagin, komu teir fram á ein hund, sum stóð á einum kletti í Hoyvíkini og slapp ongan veg. Teir fingu hundin í bátin, og seinni vísti tað seg at vera hash-hundurin hjá Tollvaldinum, Jet, sum var í "havsneyð". Sostatt bjargaðu feðgarnir hesum dýrabara hundinum, sum kundi komið heilt illa fyri

Illa kundi viljað til, um ikki Eyðun Húsgarð og sonurin Tróndur, sum vóru á floti týsdagin, mest sum av tilvild vendu ein túr inn á Hoyvíkina. Teir vóru annars á veg á Kaldbaksfjørð, men av eini ella aðrari orsøk gjørdi Eyðun av líka at sigla inn á Hoyvíkina.
Gott tað sama, tí har var hash-hundurin hjá Tollvaldinum komin illa fyri. Hann stóð á einum kletti og slapp ongan veg. Hvussu er komin á klettin, er ikki gott at vita, men hann lá bara pinnastillur á klettinum.
Eyðun greiðir frá, at ein ikki sleppur turrskøddur yvir á klettin, sum hundurin stóð á. Hann boðaði løgregluni frá, men hann varð biðin av hundafangaranum at royna at fáa hundin í bátin sjálvur.
Tá tað eydnaðist, sigldi hann til Havnar við honum, og alt endaði væl.
? Um eg ikki var farin inn á Hoyvíkina, kundi tað væl verðið, at hundurin stóð har enn, tí hetta var langt frá húsum, sigur hann.
Eyðun leggur afturat, at tíbetur var tað gott í sjónum, tí hann metir, at ikki hevði nógv skulað til í sjónum, áðrenn hundurin hevði kunna verðið skolaður burtur.

8 ára gomul hetja
Tað var 8 ára gamli Tróndur Húsgarð, sum bar eyga við hundin, sum stóð á einum kletti í Hoyvíkini týsdagin. So í veruleikanum er tað hann, ið er hetjan í hesari søguni, sum fekk ein so góðan enda.
Pápi hansara, Eyðun Húsgarð, greiðir frá, at hann og sonurin vóru farnir ein stuttleikatúr á flot í góðveðrinum.
? Eg hevði ætlað mær á Kaldbaksfjørð, men mest sum av tilvild vendi eg inn á Hoyvíkina og legði stilt har fyri at njóta tað góða veðrið, greiðir Eyðun frá.
Meðan teir soleiðis liggja har, ber sonurin, Tróndur, eyga við ein hund.
» Babba, hygg ein hundur er har « segði hann við Eyðun.
Eyðun bar ikki eyga við hundin beinanvegin, men so aftaná eina løtu sá hann eisini ein svartan hund, sum lá á einum kletti.
Hetta var á eystara armi á Hoyvíkini, úti ímóti Byrgistanga, greiðir Eyðun frá.
Eyðun sigldi nakað nærri fyri at síggja betur, og tað fyrsta hann legði til merkis var, at hundurin var sera spakur. Hann flutti seg ikki, tá teir nærkaðust honum, men lá bara í sama lag við høvdinum heilt niðri.
Eyðun ringdi so til løgregluna, sum skuldi bera tíðindini víðari til hundafangaran. Eina løtu seinni ringdi hundafangarin og bað Eyðun royna at fáa hundin í bátin. Eyðun so gjørdi. Hann stýrdi bátinum heilt nær klettinum, og við einari ár sum amboð, fekk hann hildið bátinum, so at hundurin kom umborð.
? Hundurin legði seg bara beint niður í bátin. Halin lá langt millum beinini, og hann sá nakað bangin út, greiðir Eyðun frá. Hann leggur afturat, at hundurin var vátur eisini, so mangt bendir á, at hundurin hevði svomið út til klettin og ikki dugað at komið av aftur.

Hatta er hash-hundurin
Teir sigldu so inn á Bursatanga, har hundafangarin stóð fyri teimum. Hundafangarin kendi hundin aftur beinanvegin og helt fyri, at tað so víst mundi vera hash-hundurin hjá Tollvaldinum, sum eitur Jet.
Tað var tað so eisini. Ringt varð til hann, ið varðar av hundinum, og hesin hevði leitað eftir hundinum longi. So gleðin var stór, tá tíðindini bórust um, at hundurin var komin aftur í øllum góðum.
Jónleif Sólsker, sum tekur sær av hundinum, sigur, at tað er onkuntíð komið fyri fyrr, at hundurin er farin til stroks.
? Men hann plagar altíð at koma afturíaftur sjálvur, tí honum dámar væl at ganga í síni egnu verð, um ein kann siga tað soleiðis. Hesa einu ferðina kom hann bara ikki aftur, og tí fóru vit at leita, sigur ein fegin Jónleif Sólsker.