Strandfaraskipið, Hasfjord, hevur siglt á land við innsiglingina í Skopun. Sum hendan myndin vísir, stendur hann í grótkastinum, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið at Strandferðsluna fyri at vita, hvussu støðan er. Men tað, fólk hava greitt okkum frá, steðgaði hann upp og bar við á land.
Hann varð tó skjótt leysur aftur - vit hava meiri um eina løtu.
Myndin er frá Landsverki.