Harufebur er um alt landið

Fyrsti harudagur er í dag, og nógv bendir á, at tað er nógv til av haru í ár.

Tey, ið ætla sær at fara á haruveiðu komandi tíðina, kunnu vænta sær at síggja nógva haru. Tað eru fleiri ting sum benda á hetta. - Tey árini, føroyska summarið ikki hevur verið gott, hevur aloftast nógv hara verið at fingið, sigur Jens Kjeld Jensen, náttúrufrøðingur.Eisini harumenn á Velbaðstað og í Trongisvági siga seg hava sæð rættiliga fitt av haru seinastu tíðina.


Nógv hara er at síggja

Ilt er at siga, hvussu harustovnurin er fyri, áðrenn veiðutíðin er byrjað, men okkurt bendir á, at tað er nógv hara til. Í Trongisvági hava menn í Klappjaktini niðurskrivað hagtøl um tal á haru, vekt og kyn síðani 1981, og sambært Kristiani H. Stórhamar er stovnurin blivin betri og betri fyri frá 1990unum:

-Vit gjørdu ymiskt tá fyri at økja um stovnin, og tað sær út til at hava riggað. Ravnafellurnar hava uttan iva verið ein hjálp, men so hava vit eisini javnan gjørt nøkur setur.

Veðrið hevur stóra ávirkan á, hvussu haran sjálv er fyri. Serliga er tað kavi og frostur, ið er ringt fyri haru, sigur Jens Kjeld Jensen:

-Veðrið hevur sera stóra ávirkan. Tað ringasta er um veturin, um tað legst stórkavi, og nógvur frostur er. Tá fær haran onga føði, og tað ávirkar sjálvsagt, hvussu hon er fyri.

Sambært náttúrufrøðinginum er eitt gott summar tekin um eitt vánaligt haruár, av tí tí at haran er nógv úti í haganum í góðveðri heldur enn at sita undir steinum, har hon er vard fyri eitt nú ravnum.

Eyðfinnur í Búðini, sum hevur skotið harur í umleið 20 ár, væntar sær eisini nógva haru á túrunum í ár:

-Vit eru seks menn, ið plaga at skjóta harur í Havnadali, og vit hava sæð nógva haru har á leiðini, so tað boðar frá góðum.


Fyrireiking er umráðandi

Veðrið spælir ein avgerandi leiklut, tá farið verður eftir harum, tí best er, um tað er stilli og klárt, sigur Eyðfinnur í Búðini:

-Hjá okkum liggur best fyri, um hann er av útnyrðingi, og harafturat skal tað helst vera klárt í veðrinum, av tí at vit ganga so ovalaga. Regn og ov nógvur vindur er heldur ikki gott haruveður.

Veðurforsagnirnar boða ikki frá góðum veðrið komandi dagarnar, so bæði Eyðfinnur í Búðini og Kristian H. Stórhamar vænta, at teir fara á haruveiðu leygardagin. Tískil flygja teir væl við veðrinum í hesum døgum. Júst veðrið ger tað torført at fyrireika túrin, heldur Kristian H. Stórhamar:

- Tá vit fara á klappjakt her í Trongisvági, eru vit tilsamans eini 30-35 menn, og hjá okkum er tað soleiðis, at allir skulu hava boð áðrenn klokkan 17 dagin fyri. Á henda hátt kunnu teir sum koma norðanfjørðs náa at fyrireika seg.


Hugni skal til

Hóast ilt er at siga, hvussu ársins fyrsti harudagur fer at hilnast, so er tað eingin loyna, at tann sosiali parturin av haruveiðu, eisini hevur nógv at siga. Aldursbýti á teimum, sum eru við á Klappjaktini í Trongisvági er rættiliga spjatt, og tað gevur eitt gott huglag á haruveiðini, sigur Kristian H. Stórhamar:

- Klappararnir eru ofta heilt ungir dreingir, ið ringja og spyrja, um teir kunnu koma við, og tað er øgiliga stuttligt.

Eisini Eyðfinnur í Búðini heldur seg hava merkt, at áhugin fyri haruveiðu er stórur millum ungar dreingir. Hann vónar, at túrurin leygardagin fer at ganga væl og er ikki í iva um, at teir fara at fáa ein góðan dag í Havnadali:

- Vit plaga at hava tað siðvenju, at vit eta ein góðan døgurða saman, tá vit eru komnir aftur av harutúrinum. Ein vælkryddað, fesk ærsíða plagar at vera góð eftir ein langan dag úti í føroysku náttúruni.


Loyvt er at skjóta haru til og við 31. desembur.