Hartar USA og Kuba

Kilski rithøvundurin Isabel Allende leggur USA og Kuba undir at bróta altjóða mannarættindini.

-Eg kann ikki góðtaka, at USA brýtur mannarættindini í Irak, og eg kann heldur ikki góðtaka framferðina hjá kubansku myndugleikunum, sigur Isabel Allende. Tann 60 ára gamli rithøvundurin, sum býr í USA, vil vera við, at nógvir amerikanarar eru ímóti krígnum í Irak, og at dagliga eru fleiri mótmælisgongur í amerikanskum býum. Samstundis fýlist hon á, at amerikansku sjónvarpsstøðirnar, sum fylgdu krígnum í Irak, vístu at kalla ongantíð myndir av deyðum irakum, og at ránið á tjóðarsavninum í Bagdad varð valla tikið upp á tunguna.

Isabel Allende ger greitt, at hon góðtekur heldur ikki, at kubansku myndugleikarnir gjørdu av at fongsla 75 politiskar mótstøðumenn herfyri. Brot á mannarættindini kunnu ikki góðtakast, sama hvør fremur tey, og hvar tey verða brotin, sigur hon.