Hart á veg úr Manchester

Tað er líkt til at enski landsliðsmálverjin skal finna sær eitt nýtt felag

Enski landsliðsmálverjin, Joe Hart, er heldur óvæntað blivin vrakaður sum fyrsti málverji í Manchester City til hetta kappingarárið.

 

Joe Hart byrjaði leygardagin á bonkinum, tá Manchester City vann 2-1 á heimavølli móti Sunderland, har eykamálverjin í fjør, Willy Caballero, stóð í málinum.

 

Og sum skilst er ein nýggjur fyrsti málverji á veg til Manchester City. Talan er um Barcelona málverjan Claudio Bravo, sum stendur ovarlaga á ynskilistanum hjá nýggja Manchester City venjaranum, Pep Guardiola.

 

Nógv røkist tí fyri, at Joe Hart fer úr Manchester City áðrenn flytingarvindeygað letur aftur fyrst í september. Fyribils ljóðar at spanska felagið, Sevilla, er áhugað í enska málverjanum, men eisini Everton í Premier League hevur víst áhuga.


Tað er tó ov tíðliga at siga enn, hvat nýggja felagið hjá Joe Hart fer at vera.