Hart, vátt og rætt

Við einum brakið av einari konsert, varð Summarfestivalurin av álvara skotin í gongd í 2011. D:A:D gjørdu tað sum teir duga, og teir duga tað sera, sera væl. Óivað ein hin besta rokkkonsertin í Føroyum í fleiri ár

Ein topptrimmað rokkmanning hitti spentu fjøldina á Vágsbøi kl. 21 fríggjakvøldið. D:A:D vísti beinanvegin, at bólkurin er í sera góðari venjing. Hóast bólkurin hevur heili 30 ár á bakið, so merkti tú ongan troyttleika í hesum garvaðu rokkarunum. Bólkurin svingaði ótrúliga væl, allir smálutir sótu sum stoyptir, og hetta gav bólkinum eitt yvirskot til at framføra eitt fantastiskt rokkshow fyri okkum. Vágsbøur var mestsum fullur, og hóast breiða fjøldin ikki kendi allar sangirnar, so vóru vit øll peppaði undir konsertini. D:A:D borðreiddi við einari breiðari viftu av løgum frá 80´unum, 90´unum og frá 00´unum. Tó vóru flestu løgini frá útgávuni “Everything glows” frá 2000.
Tónleikurin hjá D:A:D er einfaldur og harður. Kompromisleysur rokktónleikur uttan nakað fjas. Ikki so nógv óneyðugt pynt, men meira harður og ráur rokkur við øllum teimum røttu ingrediensunum. Góð riff, melodisk “syngi við” niðurløg, pumpandi bassur og trummur. Einfalt og gott.
Útum pallkantin
Men har bólkurin av álvara skaraði framúr, var við teirra nærveru og framførslu. Teir framførdi útum pallkantin, og hetta gjørdi at tú sum áhoyrari kendi teg sum ein part av tónleikinum, hóast vit kanska ikki dugdu øll løgini uttanat. Soleiðis eigur tú at framføra fyri einari stórari fjøld. Longu frá fyrsta tóna leyp Stig Pedersen, bass, uppá trummurnar, meðan gittarleikarin og sangarin marsjeraðu oman eftir pallrampuni, fyri at heilsa uppá okkum áhoyrarar. Ein ófør byrjan. Løgini vóru framførd tætt og væl, og tá ið eyðkenda introin til “Sleeping My Day Away” byrjaði, kom veruligt lív í fjøldina. Nú rungaði og sjungaði fjøldin, og konsertin rakk sítt hæddarpunkt. Saman við øðrum kendum løgum trillaði rokkmaskinan ígjøgnum framførsluna í út við tveir tímar. Bólkurin gav sær góðar stundir til at loyva tónleikarunum listarligt frælsi við solospæli, og riggaði hetta sera væl. Hetta gevur upplivingini eina heilt nýggja dimensjón. Eitt av eykaløgunum hjá bólkinum var kenda powerbaladan “Laugh and a half”, í einari aukustiskari útgávu. Aftur nú slapp fjøldin at syngja við, tí at hetta er eitt av fáu løgunum, sum flest øll kenna. Konsertin endaði við ikoniska lagnum “It´s after dark”.
Sangarin, Jesper Binzer, hevur eina sterka persónligheit, og leiðir okkum trygt og gott ígjøgnum framførsluna. Hóast undirritaði helt at hann dekan ov ofta rópti “Hva´ så Klaaaaaksviig”, slapp Jesper serstakliga væl frá framførsluni. Hann hevur hesa eyðkendu hásu røddina, sum hann skiftivís nýtir til at skríggja og rópa við, og hevur hann sum heild eina rokkattitydu, sum klæðir bólkinum sera væl.
Gittarhetjan ger eitt comeback
Jacob Binzer er heilt einfalt ein gittarhetja. Hóast gittarhetjurnar fóru av móta um ártúsundaskiftið, so hava D:A:D hildið fast um góðu gomlu gittarhetjuna. Og hetta fagnaði fjøldin. Ferð eftir ferð bergtók hann okkum við skjótum, skitnum og melodiskum soloum. Hetta var óivað eitt av teimum heilt stóru upplivilsunum við konsertini. Allir dreingir (og gentur?) droyma seg uppá pallin tá tú sær eina gittarhetju hava alla fjøldina í lógvanum, meðan hann erpar sær við spakanum.
Stig Pedersen, bassleikarin, er ein kapittul fyri seg. Tað er sjáldsamt at síggja ein bassleikara, sum kappast við forsangaran um leiklutin sum oddamaður í bólkinum. Við karismatiska tvístreingjaða bassinum, reikar hann kring pallin, hann klintrar upp á trummurnar, gittarforsterkarnar, og rennur oman eftir pall rampuni. Undirritaði beit merki í, at onkrir av forsterkarunum vóru festir í pallgólvi, óivað fyri at tryggja at Stig ikki skal koppa nøkrum, meðan hann klintrar uppi á teimum. Og til síðst kom hann eisini út við einum hjálmi, sum sprændi eld. Hattin av fyri tí.
Laust Sonne, sum hevði 12 ára dag sum trummusláari í bólkinum, fekk eitt heilt serligt pláss á konsertini. Fjøldin slapp at heiðra hann meðan hann fekk púra fríar ræsur at spæla eina langa og stórbæra trummusolo.
Samanumtikið vóru vit vitni til eina fantastiska framførslu, har alt gekk upp í eina hægri heild. Hóast regn, komu D:A:D út við longdum gittarreimum, og tóku okkum á eina stórbæra rokkferð. Mett og væl sett fóru vit frá einari sannførandi rokkbuffet.