Gjáramorgunin kom eitt spanskt herskip til Algeciras við amerikanska skipinum Odyssey Explorer, sum herskipið hevði tikið úti í Atlantshavinum. Umborð á spanska herskipinum vóru teir ikki í iva um, at amerikanararnir høvdu havt kavarar niðri á einum gomlum skipsvraki, og at teir høvdu tikið gull og annað virðismikið upp úr vrakinum. Tá spanski skiparin bað um loyvi at seta fólk umborð, sýtti amerikanski skiparin, men tá herskipið hótti við at skjóta, slakaði hann. Spanskir herflotamenn gingu so umborð á amerikanska skipið og siglsu tað til lands.
Tilburðurin í gjár er tað seinasta í einum máli, sum byrjaði fyri fimm mánaðum síðani. Tá boðaðu sponsku myndugleikarnir frá, at ymsir virðismiklir lutir, sum Odyssey Explorer hevði funnið, helst stavaðu frá einum gomlum sponskum flutningsskipi, sum var sokkið í altjóða sjógvi.
Sponsku myndugleikarnir halda uppá, at Spania eigur alt, sum var í vrakinum, tá tað bleiv funnið, men amerikanararnir vísa á, at vrakið liggur á botni í altjóða sjógvi, og at einki einstakt land tí kann krevja ognarrættin til vrakið ella tað, sum er í tí.
Amerikanararnir hava upplýst, at teir hava funnið 17 tons av gomlum silvurmyntum og ymsar lutir úr gulli í vrakinum. Virðið er mett til 2,6 mia. krónur.









