Hart rakt bygd

Borgarstjórin, Jógvan Krosslá, helt grækarismessurøðuna, tá skótarnir skipaðu fyri grækarismessuhaldi í Vági í góðveðrinum sunnudagin.

 

Borgarstjórin, Jógvan Krosslá, helt grækarismessurøðuna, tá skótarnir skipaðu fyri grækarismessuhaldi í Vági í góðveðrinum sunnudagin. Jógvan Krosslá heilsaði tjøldrunum og ljósu tíðini, men hann kom eisini inn á daprari viðurskifti, t.d. at Vágur hevur verið hart rakt bygd. Vágbingar hava síðstu tíðina sagt seinasta farvæl við mong bygdafólk og mong í bestu árum.

Borgarstjórin kom eisini inn á broyttu livikorini og framtíðarvánir. Tunnlar verða nú gjørdir til Vágoynna og kanska eisini Norðoyggjar. Suðuroyingar fáa ein nýggjan Smyril, ið óivað skal røkja sambandið við meginlandið næstu 30 árini. Stásiligt skip, ið er at fegnast um, staðfesti Jógvan Krosslá, sum í røðu síni eisini nevndi bøttu umstøðurnar hjá vinnuni á staðnum.

Skótarnir skipaðu fyri tiltakinum og Kirkjukórið Ljómur setti dám á løtuna.