Hart og kontant at verða mamma

Tað gongur út yvir kvinnurnar, um páparnir ikki taka ein part av longda barnsburðarfarloyvinum. Tað eru Javnstøðunevndin, Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið samd um. Kanningar vísa, at støðan hjá kvinnum á arbeiðsmarknaðinum versnar, tá hon fer í farloyvi. Kortini eru ongar ætlanir um at seta í lógina, at pápar skulu taka ein part av tíðini

BARSILSFARLOYVI

»Í veruleikanum eiga kvinnur at rópa: Vit vilja ikki hava longri barsilsfarloyvi. Tí tess longri vit eru burtur frá arbeiðsmarknaðinum, tess harðari verða vit revsað.«
So bersøgin er nationaløkonomurin Mette Verner, sum saman við øðrum á Handilsháskúlanum í Århus nýliga hevur kannað lønarligu avleiðingarnar fyri kvinnur at fáa børn. Og tær eru negativar - peningaliga sæð. Serliga um kvinnan arbeiðir í privatu vinnuni, sum revsar kvinnur, ið fáa børn, hart og kontant.
Mammur fáa upp í 20 prosent minni í løn enn barnleysar kvinnur. Børnini kosta altso kvinnunum pengar, meðan menninir tvørturímóti gerast ríkari, tá teir verða pápar, vísir kanningin.
Ein orsøk til hesa gongd er, at tað oftast er kvinnan, sum fer eitt heilt ár í barsilsfarloyvi, tá børnini koma í verðina. Pápin tekur hinvegin oftast hægst nakrar dagar frí, tá barnið er borið, og heldur annars fram við at røkja karrieruna og klatra upp eftir lønarstiganum.

Longt barsil
Í Føroyum verður barsilsskipanin broytt í hesum døgum. Rætturin til barsilsfarloyvi skal leingjast úr teimum núverandi 24 vikunum upp í 52 vikur. Í fyrstu syftu tó uttan løn fyri økta rættin til farloyvi.
Sum er, eigur mamman rætt til fýra vikur áðrenn og 14 vikur eftir barnsburð. Síðan eru 10 vikur afturat, sum mamman og pápin kunnu býta sínámillum eftir egnum ynski. Tað er onki krav um, at pápin skal taka ein part av hesum.
Nú hevur landsstýrið skotið upp, at tær 10 vikurnar verða longdar til 38 vikur, sum foreldrini kunnu býta sínámillum. Tað er framvegis onki krav um, at pápin skal taka sín part av farloyvinum. Og royndirnar vísa, at so vera kvinnurnar heima hjá børnunum í eitt ár. Hesa sannroynd átalar Turið Debes Hentze, sum hevur gjørt viðmerkingar til uppskotið vegna Javnstøðunevndina.

Pápakvotu, takk
Javnstøðunevndin skýtir upp, at tað verður kravt í lógini, at páparnir skulu taka ein part av økta farloyvinum. Um teir ikki vilja, skal tann kvotan detta burtur, heldur hon.
? Eg eri fyri kvotering av pápadøgum til tess at stýra eini gongd móti javnstøðu á hesum øki. Tað eri eg, tí eg haldi, at løtan er tann rætta, og tí at spurningurin um kvotering her kemur sum eitt ískoyti til ein longu lógartryggjaðan rætt, sigur Turið Debes Hentze.
Javnstøðunevndin ger vart við, at kvinnurnar ikki eru eins væl umboðaðar á arbeiðsmarknaðinum sum menninir ? og als ikki í lønarhæddum ? og menninir eru í stórum undirtali, tá tað snýr seg um at vera heima í barsilsfarloyi.
? Tá kvinnan og ikki maðurin nýtir barnsburðarfarloyvi ? eisini tær seinastu 38 vikurnar ? er tað ikki altíð tí, at hon sjálv ynskir tað so. Kanska fær tað illa verið øðrvísi, sjálvt um hon hevur annað arbeiði at røkja. Tekur hon alt farloyvið, so er tað hon, sum verður burtur frá arbeiði tað longri. Hetta merkir sjálvandi, at arbeiðsgevarar staðfesta, at burðardyggar kvinnur eru ein meiri ótrygg arbeiðsmegi. So er lættari at seta ein mann ? hann fer ongan veg, sigur Turið Debes Hentze.

Hond í hond
Hetta er ikki bara eitt reyðsokkasjónarmið, sum Javnstøðunevndin førir fram, tí Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur á sama bógv. Felagið vísir á, at um kvinnan tekur fult barsilsfarloyvi, sum hon hevur møguleika til, so kann hon vera burtur frá arbeiðsmarknaðinum í 58 vikur. Tað er meira enn eitt ár, og tí kann uppskotið gera, at tað verður truplari hjá kvinnum at fáa arbeiði.
- Ein óheppin avleiðing av hesum kann vera, at arbeiðsgevarar freistast at taka hetta við í metingina, tá størv skulu setast, við tað at kvinnur í burðardyggum aldri ikki eru at meta sum støðuføst arbeiðsmegi. Tað verður ofta meira møði enn føði at taka onnur starvsfólk inn eitt tíðarskeið, tí upplæringin tekur væl av tíð og krevur eyka orku, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at eitt virki so dánt kann klára seg ígjøgnum fýra vikur áðrenn føðing, 24 vikur og summarfrí. Men er tíðarskeiðið 58 vikur, kann tað gerast trupult at klára seg uttan fasta starvsfólkið.
Í hesum førinum ganga sjálvt arbeiðsgevarar og fakfeløg hond í hond, tí Starvsmannafelagið mælir eins avgjørt til, at sett verður í lógina, at pápar skulu taka ein part av økta farloyvinum, sæst í ummælinum til lógaruppskotið.

Rætt at gera mun
Hóast arbeiðsgevarar, fakfeløg og javnstøðufólk sostatt eru á einum máli, so er landsstýrismaðurin av aðrari áskoðan. Bjarni Djurholm segði við Sosialin í gjár, at hann er grundleggjandi ímóti at seta í lógina, at pápar skulu taka ein ávísan part av farloyvinum, tí tað eigur at vera upp til foreldrini sjálv at gera av.
Í hesum serliga føri heldur Javnstøðunevndin kortini, at tað er rætt at gera mun á kynunum og vísir til javnstøðulógina: "Veitast skal kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning (?) Tað stríðir kortini ikki ímóti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar."
Og meðan politikararnir kjakast um, hvat er rætt og skeivt, kunnu vit venda aftur til tað, sum Mette Verner av Handilsháskúlanum í Århus herfyri segði við Weekendavisen.
"Um barnið er eitt felags ynski, so er tað eisini ein felags uppgáva."


FAKTA
Barnsburðarfarloyvið skal økjast upp í 52 vikur, sigur eitt uppskot, sum er lagt fyri løgtingið. Sum er, skal mamman taka tær fyrstu 14 vikurnar, meðan mamman og pápin sjálv gera av, hvussu tey býta restina av tíðini ímillum sín. Aðrastaðni verður ein kvota sett av til páparnar, sum dettur burtur, um teir ikki gera sær dælt av henni. Men í Føroyum verður ikki hildið, at tað er neyðugt.