Hondbóltur: Formaðurin í Stjørnuni, Kristoffur Ragnarsson, viðgekk eftir dystin, at tá Tjaldur kom upp á 16-16 mitt í seinna hálvleiki, fór hann at hugsa um pengakassan. Hevði Tjaldur vunnið í gjárkvøldið, hevði ein triði finaludystur verið leygardagin, og tað hevði sjálvsagt givið Stjørnuni klingandi krónur í kassan…
– Tað kanska hevði verið gott fyri kassan, men var ringt fyri nervarnar. Nú havi eg ikki so øgiliga gott hjarta, so eg var eitt sindur bangin, viðgekk Kristoffur, ið annars ikki spardi upp á rósurnar til kvinnurnar hjá Stjørnuni, ið hava vunnið alt í ár.
– Kvinnurnar eru ótrúligar, og tað eru bara bestar. Eg skal einki taka frá Tjaldri, men eg haldi, at okkara kvinnur eru bara tað betri. Hetta hevur verið eitt ótrúligt kappingarár, sum úrslitið eisini vísir, men tað er gott, at vit hava fingið føroyameistarasteypið aftur í húsið. Eg havi saknað tað.
Kristuffur vil ikki siga so nógv um, hvussu tað fer at síggja út hjá Stjørnuni næsta kappingarár, men hann væntar, at liðið fer at hava somu breidd og kanska heldur verður betri, enn nakað annað.









