Hart at verða partur av niðurflytingarstríði

(Frá Rás2) Hallur Hansson vónar at sleppa undan upp og niðurflytingardystum ímóti gomlu liðfeløgunum í Vendsyssel FF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við føroyska landsliðsspælaran, Hallur Hansson í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 í gjárakvøldið.

 

Í samrøðuni greiðir Hallur Hansson frá hvussu tungt tað er at verða partur av einum niðurflytingarstríði í donsku superliguni. Komandi sunnudag spæla Hallur og liðfelagarnir í AC Horsens seinna play off dystum av tveimum ímóti Esbjerg. Samlaði taparin flytur beinleiðis niður úr superliguni og niður í 1. deild. 

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir fingu javnleik 1-1 á útivølli ímóti Esbjerg og hava tí ein lítlan fyrimun til heimadystin komandi sunnudag, tí mál á útivølli telja dupult. Hallur Hansson dylur ikki, at tað er stórt trýst á honum og liðfeløgunum at klára frísak.

 

Vinna Hallur Hansson og liðfelagarnir ein samlaðan sigur á Esbjerg bíða tveir play off dystir ímóti næstbesta liðnum í 1. deild. Í skrivandi stund er tað gamla liðið hjá Halli, Vendsyssel FF: - Eg vóni ikki, at eg skal spæla um upp og niðurflyting ímóti Vendsyssel, sigur Hallur í samrøðuni. Hann kundi heldur hugsað sær Hobro sum mótstøðulið. 

 

Í samrøðuni verður eisini nomið við komandi uppgávuna hjá føroyska landsliðnum í HM-undankappingardystinum ímóti Sveis á Tórsvølli, fríggjakvøldið 9. juni.