Hart at missa ein kæran

Nú fáa sandoyingar eisini møguleika at verða við í einum sjálvhjálparbólki fyri tey, ið hava mist ein av sínum kæru. Tað eru tær báðar Ida Lón og Sigbritt við Neyst Hansen, sum koma at leiða bólkarnar.

Sandur: Tær eru undir útbúgving sum Gestalt-psykoterapeutar, og eru í ferð við seinasta partin av útbúgvingini.

- Tað er ringt at missa ein kæran og hjá mongum kennist tað sum um verðin fer í sorl og steðgar upp. Tilveran kann gerast meiningsleys, og hóast tíðin gongur og tað aftur verður gerandisdagur, kann tað kennast tómt og einsligt. Tað kann vera trupult hjá øðrum at skilja støðuna og tungt at bera sorgina einsamallur, siga tær báðar í samrøðu við Sandportalin.

Ætlanin hjá teimum báðum, er at skapa rúm hjá fólki í sorg, við at møta øðrum í somu støðu og byrja eina mennandi og uppbyggjandi tilgongd.

- Vit vita, og hava royndir í okkara arbeiðslívi við fólki at innibyrgdar kenslur, kunnu hava stór árin á kroppin og kann vísa seg sum t.d. svøvnloysi, ovurviðkvæmi og hjartapína. Sorg kann eisini hava ymisk sálarlig árin, so sum tunglyndi og angist, siga Sigbritt og Ida.

Ætlanin er somuleiðis at hava tiltakið aðrastaðni í landinum, um fólk eru áhugað fyri tí. Á Sandoynni verður byrjað hósdagin í komandi viku.