Hart at hyggja at

Eftir tríggjar útvísingar noyddist Bárður Johannesen hjá Kyndli at vera áskoðari seinastu 37 minuttirnar av hálvfinaluni móti VÍF.
Hetta var kanska eisini úrslit av tendringini, sum var til dystin, hóast Bárður ikki einvíst vildi ásanna hetta. Heldur ikki, hóast hann longu eftir 18 minuttum fekk tvær útvísingar í einum, tá hann brúkti seg ov nógv um fyrstu útvísing sína.
- Tað var nú mest, tí eg ikki var samdur í útvísingini.
Men tú mátti so hyggja at allan seinna hálvleik. Hvussu kendist tað?
- Tað var ræðuliga hart. Men eg hevði alla tíðina álit á, at hinir skuldu klára tað, og tíbetur gekk tað eisini.
Í finaluni spæla tit móti Neistanum. Tit taptu í fjør sera tepurt, og sjálvur kundi tú tá kanska gjørt títt, soleiðis at dysturin endaði øðrvísi. Er tað nakað, sum nú skal hevnast?
- Sjálvandi er tað tað. Neistin hevur eitt gott lið, men vit hava eisini vunnið á teimum í ár, og vit skulu avgjørt út at stríðast fyri okkara møguleika. Gera vit ikki tað, kann tað í øllum førum gera tað sama, staðfesti Bárður Johannesen eftir dystin.