Fótbóltstos
Tað var sjálvandi ein fegin Piotr Krakowski, sum Sosialurin fekk orðið á eftir sigurin á HB. Sigurin tryggjaði B36 fyrstu greipuna í søgu felagsins, og hesum náddi Piotr eftir bert einum ári við róðrið.
Spurdur, um nakað loyndarmál lá aftan fyri góðu úrslitini, sigur Piotr, at tað ger tað sum so ikki.
- Eg havi síðani januar mánaða sagt við spælararnar, at vit skulu trúgva upp á tað. Teir hava arbeitt hart fyri hesum alla tíðina, og grundarlagið undir árinum varð skapt í januar, februar, mars og apríl.
- Sjálvandi hevur dygdin á leikarunum eisini verið góð í ár, og saman við góðu venjingarstøðuna hevur hetta tryggjað okkum gullið.
- Eg veit undan hvørjum dysti, at mínir menn eru klárir, bæði kropsliga og sálarliga, og at teir tí fara á vøllin at gera eitt gott arbeiði.
Høvdu møguleikan
At enda spurdu vit eisini Piotr, um tað var nakað serligt, sum hann segði leikarunum, áðrenn teir fóru á vøllin sunnudagin.
- Eg segði við teir, at í dag høvdu teir møguleikan. At B36 nú hevði fingið ein søguligan møguleika, og at hesin skuldi takast, tí vit vita ikki, nær hesin ella um hesin kemur aftur, segði pólverski venjarin hjá B36 at enda.