Tveir amerikanskir hermenn doyðu, tá nakrir menn hjá Taliban søktu at einari NATO-støð í Helmand har suðuri í Afghanistan í gjárkvøldið. Hermenn úr Danmark og Bretlandi eru eisini á støðini, men sagt verður, at Taliban-menninir søktu at tí amerikanska partinum.
Bretski prinsurin Harry er tyrluskipari hjá teimum bretsku hermonnunum á støðini, men bretska herleiðslan sigur, at prinsurin var ongantíð í vanda í gjárkvøldið.
Ein talsmaður fyri Taliban segði fyri átta døgum siðani, at rørslan fer at halda eygað við prinsinum, nú hann er í Afghanistan. Talsmaðurin segði, at Taliban fer ikki at taka Harry til fanga, men at beina fyri honum, um høvið býðst.










