Ein teldusníkur sigur seg hava brotið inn á telduskipanina hjá Bloomsbury, har hann hevur stolið handritið til seinastu Harry Potter bókina Teldusníkurin, sum nevnir seg Gabriel, hevur lagt boð á síðuna, InSecure.org, har hann sigur seg hava handritið til ?Harry Potter and the Deathly Hallows?
Sambbært Gabriel, so breyt hann inn á telduna hjá starvsfólkum á Bloomsbury umvegis ein teldupost, sum innihelt virus. Tá móttakarin hevði trýst á teldubrævið, gav hesin samstundis Gabriel atgongd til lokala netið, og soleiðis sigur Gabriel seg hava stolið handritið. Sjálvur sigur hann seg undrast á, hvussu nógv fólk á Bloomsbury høvdu avrit av handritinum.
Enn hava hvørki útgevarin ella JK Rowling, sum hevur skrivað Harry Potter bøkurnar, gjørt viðmerkingar til, um tað er rætt, at handritið er stolið.