Harry Maguire er nú heimsins dýrasti verjuspælari

Manchester United hevur í dag kunngjørt keypið av Harry Maguire

Manchester United hevur í dag kunngjørt keypið av Harry Maguire frá Leicester City. Miðverjin kostar áleið 655 milliónir kónur, sum ger hann til heimsins dýrasta verjuspælara.

Enski landsliðsspælarin hevur gjørt ein seks ára sáttmala, har partarnir eisini kunnu leingja samstarvið við einum ári. Mett verður, at 26 ára gamli Harry Maguire fær áleið 1,6 milliónir krónur um vikuna. 

- Eg eri fegin um at hava skift til Manchester United. Eg havi verið glaður fyri tey bæði árini í Leicester, men tá Manchester United bankar upp á, so er tað ein ótrúligur møguleiki, sigur Harry Maguire við heimasíðuna hjá Manchester United.

 ##med2##

Tað hevur leingi ljóðað í altjóða miðlum, at Manchester United ynskir at keypa Harry Maguire frá Leicester City. 26 ára gamli miðverjin sló sítt navn fast til HM-endaspælið í Russlandi fyri einum ári síðani. Harry Maguire yvirhálar nú miðverjan hjá Liverpool, Vrigil van Dijk, sum heimsins dýrasti verjuspælari.

- Harry er ein av teimum bestu miðverjunum í heiminum, og eri glaður fyri at vit nú hava fingið undirskriftina hjá honum. Hann lesur spælið væl, fyllur nógv á vøllinum og hevur ein góðan eginleika at verða róligur undir trýsti, sigur Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United.

Manchester United hevur ikki rørt so nógv upp á seg í summar, hóast avrikini í fara kappingarári vóru minni góð. Tó er nógv lagt fyri í verjupartinum, har eisini Aaron Wan-Bissaka er keypur frá Crystal Palace. Fyrsti dystur hjá Manchester United í hesum kappingarárinum verður 11. august móti Chelsea.