Harry Knudsen eigur málningin

Tað er lokali listarmaðurin, Harry Knudsen, sum í ár hevur málað plakatina til mentanarvikuna - Skýming.

Árliga mentanarvikan í Runavík, sum í fjør fekk heitið Skýming, verður nú hildin níggjunda árið á rað. Setanin verður klokkan 15 í dag í Løkshøll, og seinni í dag letur eisini mentanartjaldið á Glyvrum upp.

 

Í ár er tað lokali listamaðurin, Harry Knudsen, sum hevur málað plakatina, ið prýðir alt tilfar, sum er framleitt í samband við mentanarvikuna.

 

Útvaldi málningurin er partur av stórari málningaframsýning, sum verður í Løkshøll í mentanarvikuni.

 

- Harry Knudsen er autodidaktur og málar fyri tað mesta portrettir og støðumyndir. Listarmaðurin er sera glaður fyri litir, og hetta sæst eisini aftur í hansara myndum, siga fyrireikararnir av mentanarvikuni Skýming 2013.