Átta av tíggju dystum í 20. umfari í Premier League eru í dag. Stóra søgan er, at Harry Kane nú hevur tikið metið hjá Alan Shearer fyri flest mál í einum ári í Premier League, og hevur yvirhálað Lionel Messi sum mest skorandi spælarin í Evropa.
Tottenham vann 5-2 á Southampton og annan dystin á rað, skoraði Harry Kane hattrick. Hann hevur annars ikki verið í málhýri seinastu dystirnar, men hevur við seks málum hevur hann prógvað seg í eltuni.
Hann hevur nú skotið 39 mál í Premier League í 2017. Undanfarna metið átti Alan Shearer, sum skoraði 36 mál í einum ári. Harry Kane hevur nú skotið 55 mál fyri lið og landslið í 2017. Tað er eitt fleiri enn Lionel Messi.
United misti aftur
Manchester United spældi annan dystin upp í salg javnleik 2-2. Seinast móti Leicester á útivølli og hesa ferð móti Burnley á Old Trafford í Manchester. Burnley var á odda 2-0 í hálvleikinum, áðrenn Jesse Lingard við tveimum málum tryggjaði United eitt stig.
Chelsea er nú eitt stig frá Manchester United, sum liggur á øðrum plássi. Chelsea vann 2-0 á Brighton. Málskjúttarnir vóru spaniólarnir, Alvaro Morata og Marcos Alonso. Liverpool spælir seinni í dag móti Swansea, meðan Manchester City spælir í morgin móti Newcastle.
Premier League 20.umfar:
Tottenham Hotspur 5 - 2 Southampton
AFC Bournemouth 3 - 3 West Ham United
Chelsea 2 - 0 Brighton & Hove Albion
Huddersfield Town 1 - 1 Stoke City
Manchester United 2 - 2 Burnley
Watford 2 - 1 Leicester City
West Bromwich Albion 0 - 0 Everton
Liverpool 1 - 0 Swansea City (Hálvleikur)
Morgin:
19:45 Newcastle United 0 - 0 Manchester City
Hósdagin:
20:00 Crystal Palace 0 - 0 Arsenal
1
19
48
55
2
20
27
43
3
20
20
42
4
20
20
38
5
20
19
37
6
19
11
34
7
20
1
33
8
20
0
27
9
20
-6
27
10
20
-6
25
11
20
-14
23
12
20
-10
21
13
20
-18
20
14
20
-10
19
15
19
-10
18
16
19
-13
18
17
20
-16
18
18
20
-13
17
19
20
-13
15
20
20
-17
13