Tá Harry Kane minkaði um munin fyri Tottenham til 1-2 í 2-2 javnleikinum á útivølli móti Brentford ígjár tók hann tvey met.
Harry Kane hevur nú leikt 298 dystir í Premier League, og hann er einasti leikarin sum hevur skorað ímóti øllum liðunum, ið hava mannað Premier League tey árini hann hevur spælt í bestu ensku deildini við Tottenham.
Harry Kane tók eisini eitt annað met ígjár. Málið móti Brentford var tíggjunda málið Harry Kane skorar í Premier League í dysti, sum er spældur annan jóladag, og tað er nýtt met.
Gamla metið átti gamla Liverpool álopslegendan, Robbie Fowler við níggju málum hann á sinni skoraði í dystum í Premier League, ið vóru spældir annan jóladag.