Harry Kane eitt mál frá at taka málmetið hjá Jimmy Greaves

Tvey mál aftrat so er Harry Kane søguligi toppskjúttin í Tottenham

Tveir teir fremstu málskjúttarnir í søguni hjá Tottenham, Harry Kane og Jimmy Greaves, sáli (1940-2021) á mynd frá 2017.

Millum størstu hetjurnar í søguni hjá Tottenham er Jimmy Greaves, ið royndist Tottenham væl árini 1961 til 1970. 

 

Hesi níggju árini skoraði Jimmy Greaves 266 mál fyri Tottenham í liguni, steypakappingum og í evropeiskum dystum. 

 

Í 53 ár hevur Jimmy Greaves sum doyði í 2021 verið søguligi toppskjúttin hjá Tottenham.

 

Hetta metið stendur nú fyri falli.

 

Tá Harry Kane skoraði 1-0 sigursmálið móti Portsmouth í FA steypakappingini ígjár var talan um mál nummar 265 hjá Harry Kane fyri Tottenham í liguni, steypakappingum og í evropeiskum dystum.

 

Harry Kane er sostatt bert eitt mál frá at javna søguliga metið hjá Jimmy Greaves, og bert tvey mál frá at gerast søguligi toppskjúttin hjá Tottenham.

 

Harry Kane hevur brúkt 412 dystir uppá at skora tey 265 málini.

 

Andy Greaves, sonur Jimmy Greaves sigur í samrøðu við enska blaðið, Mirror, at pápi hansara hevði frøtt seg stórliga um, at Harry Kane hevði tikið metið frá honum: - Hevði pápi verið á lívi hevði hann verið tann fyrsti at ynskt Harry tillukku við metinum, sigur Andy Greaves. 

 

 

 

 

 

Tveir teir fremstu málskjúttarnir í søguni hjá Tottenham, Harry Kane og Jimmy Greaves, sáli (1940-2021) á mynd frá 2017.