Jógvan er sonur Onnu Katrinu, f. Wolles av Trøllanesi, og Joen Fredrik Isaksen úr Leirvík. Hann er triðielstur av sjey systkjum.
Harriet er úr Fuglafirði, dóttir Rikku, f. Olsen, og Victor Danielsen, sum bæði vóru úr Søldarfirði. Harriet er nr. 6 í raðnum av 9 systkjum.
Harriet og Jógvan eiga fýra børn og nýggju ommu- og abbabørn, sum øll búgva í Klaksvík.
Føðingardagin er Jógvan burturstaddur, men í februar hava Harriet og Jógvan gullbrúdleyp, og tað ætla tey at halda, um lív og heilsa verður.