Bretska "Hair Construction" gevur út bók tvær ferðir um árið rættað frisørum. Í bókini er íbastur til nýggjasta hármótan hjá kvinnum og monnum. Frisørar úr hárfríðkanarstovuni Evoke í Klaksvík hava eisini úrval av sniðum við í bókini. Miðjan februar bjóðaði Joan Baldvinsson, ein av eigarunum av Evoke, Benjamin Higgins til Føroya at halda skeið fyri frisørum úr øllum landinum, saman við teimum á Evoke.
-Menn ynskja sær einfalt hársnið, sum er vakurt, men lætt at fáast við. Vit tíma ikki at standa longi frammanfyri speglinum og turka hárið, greiðir Benjamin Higgins frá.
Benjamin Higgins er upprunaliga úr Týsklandi, men hevur verið búsintandi í USA og býr nú í Danmark, har hann arbeiðir sum frisørur. Hann kom til Føroya fyri at leggja dent á harraklipp og geva íblástur á hesum økinum, sum ofta smokkar burturímillum. Hann hevur eisini arbeitt saman við Joan Balvinsson at evna uppkastið til hesar síðurnar í Hair Construcion, sum kom út í januar mánaði.
- Eg eri her at halda eitt sokallað "look and learn" skeið fyri frisørar í Føroyum. Vit vísa fram ta nýggju bókina, sum vit hava givið út. Vit hava altíð tørv á íblástri. Serliga sum listarfólk, soleiðis at vit framhaldandi kunnu útvikla okkum innan ta øki vit arbeiða í, sigur Benjamin Higgins.
- Á veg til Føroyar havi eg hugsað at tað er okkurt er við at broytast innan hármótan hjá monnum í Føroyum. Hóast hesa framgongdina so eru smálutir, sum man skal hugsa um tá ein arbeiðir við harraklippi, og sum frisørar ofta leypa um, sigur hann.