Harpiksið funnið fram

Greipuvinnararnir úr Kyndli taka ímóti VB, og í Klaksvík vitjar Neistin

Í dag byrjar hondbóltslandskappingin aftur. Fyrstu tveir dystirnir í kvinnudeildini verða spældir í Havn og í Klaksvík.

 

Nú klokkan 14.30 byrjar dystur millum greipuvinnararnar úr Kyndli, sum taka ímóti VB, og í Klaksvík fer Neistin á vitjan hjá Stjørnuni. Tann dysturin byrjar klokkan 15.00.