Harper á øðrvísi rundferð

Kanadiski forsætisráðharrin, Stephen Harper, endaði í dag sína árligu rundferð í tí arktiska partinum av landinum.

Eygleiðarar siga, at ferðin í ár hevur verið øðrvísi enn onnur ár, og at hon hevur víst, hvussu nógva orku Kanada leggur í at tryggja síni rættindi í tí arktiska økinum.

Millum annað vísti sjónvarpið CBC News myndir av forsætisráðharranum við tí kanadiska flagginum á einum ísflaka og við einum kanadiskum sjóverjuskipi aftanfyri.

-Við hesum vil Harper vísa heiminum í orðum og myndum, at hesir ísflakarnir og hesar arktisku leiðirnar eru kanadiskar, at Kanada hevur ræðisrættin her, og at landið hevur hermegi til at verja síni rættindi her, segði sjónvarpið.