Harmonikutreff í Fuglafirði

Hetta vikuskiftið - 25. til 27. august er harmonikutreff í Fuglafirði, og var setanin í gjárkvøldið við Rønn Eliasen, mentanarleiðara. Aftaná var konsert við dugnaliga og kenda hermonikusnillinginum úr Noregi, Knud Ivar Bøe og hansara bólki.

 

Kampingvognar og Dragin hugna um niðan fyri Mentanarhúsið, og veðrið hevur verið gott, og verður vónandi framhaldandi.

 

Eftir konsertina við Knud Ivar Bøe varð “Syngið við tiltak” við hópin av harmonikuleikarum. Eisini avdúkaði Frits Johannesen ein málning, ið hann handaði Sólgerð Andreassen, fyriskipara av harmonikutreffinum.

 

Sólgerð Andreassen, fyriskipari er sera fegin um at so nógvir harmonikuspælarar hava tikið undir við hesum tiltaki. Umframt nógvu føroysku harmonikuspælararnar, er eisini gestir komnir úr Íslandi og Noregi.

 

Treffið heldur fram allan dag og í morgin, har tiltøk eru í Mentanarhúsinum, Ribarhúsi, Draganum, Norðlýsinum, Siloa, Thabor og aðrastaðni við. Kaffihúsið Fríða hevur staðið fyri matinum, sum kann fáast ymsa staðir.

 

Drúgv skrá er at síggja á Fuglafjarðar Kunningarstovu og mh.fo – umframt á FaceBook.