Harmonikutónar í Norðurlandahúsinum

Í morgin verður høvi at hoyra harmonikutónar í Norðurlandahúsinum tá norska harmonikuliðið Lista Trekkspillklubb fer á pall í Klingruni


Norska Lista Trekkspillklubb er ikki eitt heilt vanligt harmonikulið, men líkist meir einum liði av spælimonnum, tí ljóðførini eru so nógv og ymisk. Harmonikur, "2-rader", gittar, bass, fiólir og vaskibrett kann nevnast. 


Bólkurin byrjaði at spæla í 1996. Teir koma saman hvørja viku at venja og hava sum frálíður fingið eina breiða lagaskrá. Teir eru nógv umbidnir at spæla á suðurlandinum í Noregi og hava eisini verið uttanlanda, m.a. í Skotlandi, Svøríki og Danmark og spælt. 


Teir vóru við til at stovna Nordsjøfestivalen í 1999, sum hevur verið í Farsund á hvørjum ári síðan. Sum tað sæst á heimasíðuni hjá Nordsjøfestivalinum: www.nordsjofestivalen.no , er hetta voksið til eitt stórt tiltak, har tónleikarar úr nógvum londum koma saman. Millum annað vóru Spælimenninir úr Føroyum við í 2004.

Teir hava givið út 2 fløgur: Listavalsen í 2002 og Listaleiken í 2007.

14 av teimum 25 spælararnum í Lista Trekkspillklubb er við á Føroyaferðini


Lista Trekkspillklubb verða at hoyra í Klingruni í Norðurlandahúsinum í morgin klokkan 16