Løgreglan fekk fyri løtu síðani fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Søldarfirði. Talan er um harmonikusamanstoyt, sum hendi umleið 100 metrar frá rundkoyringini í Skipanesgøtu.
Ein bilur rendi upp í reyvina á bilinum, sum koyrdi framman fyri. Tað hevði við sær, at árendi bilurin rendi á bilin framman fyri, sigur vakthavandi hjá løgregluni við in.fo.
Løgreglan og sjúkrabilur hava verið á staðnum, og trý fólk eru á veg á Landssjúkrahúsið til kanningar í sambandi við samanstoytin.