Harmonikusamanstoytur á Vegnum Langa í Hoyvík

Bilar fingu skaða, men ongin fólkaskaði var.

Í dag var eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Hoyvík.

 

Hetta var um 16.30 tíðina í dag, og tá er nógv ferðsla í Havnini.

 

- Talan var um sonevndan harmonikusamanstoyt. Hetta hendir, tá nógv ferðsla er, og bilar eru í røð. Tann fremsti bremsaði, helst fyri einum fótgangara, og bilarnir koyra sera tættir. Ein rennir so á tann aftasta, sum so verður skumpaður fram á bilin frammanfyri., sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í kvøld.

 

- Talan var um 3 bilar, ið fingu skaða, men ongin fólkaskaði var.

 

Eina løtu var eitt sindur av ruðuleika í ferðsluni.

 

-Vit máttu hava fleiri fólk á staðnum, men tað var mest fyri at skipa ferðsluna, sigur løgreglan.

 

- Enn er støða ikki tikin til, um nakar verður skuldsettur. Ongin er enn skuldsettur, men vit viðgerða málið. Men í hesi løtu, tú ringir og spyr um hendingina, er støða ikki tikin til skuldarspurningin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

##med2##

 

Myndir: Álvur Haraldsen