Tíðindaskriv
Harmonikufelag Føroya
Fríggjadagin 9. juli kemur Harmonikufélag Eyjafjarðar til Føroya. Longu
fríggjakvøldið verður almennur dansur í Mentanarhúrinum í Fuglafirði, har
íslendingarnir og limir í Harmonikufelag Føroya skiftast um at spæla og
helst eisini spæla saman.
Íslendinganir búgva á Hotel Føroyum og ætla at nýta hesar dagarnar
til útferðir. Kirkjubøur, Vágarnar og flestu bygdirnar í Eysturoynni eru á
skránni.
Bólkurin vitjar í útvarpinum í samband við "Góðan morgun,
Føroyar"-sendingina fríggjamorgunin 9. juli. Sama dag klokkan 16:00 verður
spælt á torginum í SMS.
Ferðaleiðarar hjá harmonikubólkinum eru Føroya-vinirnir Lauga og Egill av
Norðfirði. Egill er tónleikalærari og spælir sjálvur fleiri ljóðføri m.a.
harmoniku. Hann var við á árliga harminikutúrinum hjá Norrönu í fjør
saman við Kallum við manning úr Leirvík og Fuglafirði.