Harmist SEV

Sum fyrrverandi landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum, harmar tað meg almikið, at SEV hevur ætlanir um at taka áirnar við Selatrað í samband við teirra vatnorkuútbyggingar.

At tøma vøtn, áir og løkir kann hava óbótaligan skaða fyri umhvørvið, fyri lívfrøðiliga margfeldið og ikki minst fyri tann æstetiska vakurleika, hesar áir hava fyri føroyingar eins væl og fyri útlendingar, sum koma higar at ferðast, sigur Annika Olsen.
Vit hava samtykt ein veðurlagspolitikk fyri Føroyar, sum sigur, at í 2020 skal 75% av elorkuframleiðsluni í Føroyum stava frá varandi orkukeldum, og fer hetta sjálvsagt at krevja nógv av SEV og øðrum elveitarum, men tá kanningar nú hava víst, at eitt nú vindorka og sjóvarfallsorka eru búskaparliga skilabetri orkukeldur at troyta, heldur enn vatnorkuútbyggingar.
Tískil kann tað undra, at man heldur áfram við vatnorkuútbyggingum, sum bæði eru dýrari fíggjarliga, geva minni orku og hava óheppin árin á okkara náttúru, sigur Annika Olsen, sum vónar, at tað ber til at saðla um, soleiðis at vit bæði fáa grøna orku og samstundis kunnu varðveita okkara náttúru.