Fundurin byrjaði annars við, at Kári á Rógvi, løgfrøðingur og løgtingsmaður hevði fyrilestur um rættindi hjá fólki við menningartarni.
Eftir fyrilesturin var høvi at seta spurningar, og nýttu fleiri nýttu høvið at spyrja um ymisk viðurskifti í hesum sambandi.
Serliga harmaðist fundarfólkið, at uppskotið um at løgtingið hevði felt uppskotið um nýggja verjulóg við 2. viðgerð í løgtinginum fáar dagar frammanundan. Hetta hendi ikki minst tí, at ein samd rættarnevnd mælti tinginum frá at samtykkja tað.
- Javni hevur staðfest, at ein samd rættarnevnd hevur mælt frá at taka undir við uppskotinum at seta donsku verjulógina (værgemålsloven) í gildi í Føroyum, tí tað krevur dagføring av so nógvum øðrum lógum. Rættarnevndin ásannar samstundis, at tað er tørvur á at dagføra lóggávuna á økinum.
- Javni heitir tí við hesum staðiliga á Løgtingið at leggja uppskotið at seta donsku verjulógina í gildi í Føroyum fram av nýggjum eftir ólavsøku, og at brúka tíðina til tá til at dagføra tær lógir, ið krevjast, sigur felagið í eini yvirlýsing eftir aðalfundin.
Eftir aðalfundin hevði nýggja nevndin stuttan fund, har hon skipaði seg. Nevndin í Javna sær nú soleiðis út: Óli Wolles, Søldarfirði, formaður; Fríbjørg Hammer, Havn, næstformaður; Meinhardt Dalbúð, Runavík; tær nývaldu Óluva Klein, Klaksvík og Laila Simonsen, Havn; og tiltakslimir Sigrid Midjord, Havn, og Lis Eklund í Niðristovu.