-Vit hava ikki givið nakað varandi rækjuloyvi og gerst ov trongligt hjá verandi rækjuskipunum, so fara nýggju skipini úr aftur flotanum, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri
Grundgevingin frá landsstýrinum at geva rækjuloyvi til nýgg skip er bert grundað á at verandi rækjuskip ikki megna at útnytta teir fiskidagar, sum vit eiga á teimum ymisku leiðunum og bara tí.
- Virði fyri umleiðs 100 milliónir eru farin fyri skeyti hvørt ár í mong ár, tí rækjuflotin ikki hevur megnað at útnytta teir fiskidagar, sum føroyingar hava ognað sær við søguligum rættindum. Eg kann sum landsstýrismaður ikki lata slíkt fara aftur við borðinum. Áðrenn nýggju loyvini vóru givin, royndu við staðiliga at fáa verandi rækjuvinnu at útnytta dagarnar betri. Við bjóðaðu teimum enntá varandi fiskiloyvir, men teir tóku ikki av. Tí hava vit valt at geva nýggjum monnum fyribilsloyvir, sigur Jørgen Niclasen.
-Eg harmist stórliga, at rækjuseminarið,sum júst kundi ført partarnir enn tættari saman, verðu avlýst av hesi ørsøk, sigur fiskimálaráðharrin
Rækjur ( dagar og kvotur )
Við Svalbard eiga vit 1317 dagar
Yvirlit yvir brúktar dagar.
1996 218
1997 373
1998 414
1999 509
2000 481
Á Flemish Cape eiga vit í alt 1606 dagar.
Yvirlit yvir brúktar dagar.
Tilluta Veitt
1996 1606 1835
1997 1606 1250
1998 1606 1292
1999 1606 1051
2000 1606 934
Russiskt øki
Tillutað Veitt
1998 3000 213
1999 3000 879
2000 2500 860
Talvan sýnir hvussu lítið føroyingar hava nýtt av fiskidøgunum á rækjumiðjunum