- Eg harmist um svarið, men eg tað var væntandi.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður, er ikki fegin um svarið, hann fekk frá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum í løgtinginum á miðdegi, tá ið spurningurin um eftirskúla í Suðuroy var til viðgerðar.
Tað eru nú nógv ár síðani, at málið varð reist um at byggja eftirskúla í Hvalba, men enn er onki hent og tí hevur løgtingsmaðurin spurt Helenu Dam á Neystabø, hvar málið liggur í løtuni.
Svarið liggur longur niðri á Portalinum
Men svarið er bara ein røð av umberingum og ein roynd at sparka bóltin ímillum teir partar, ið skulu fremja eftirskúlan, sigur Høgni Hoydal
Helena Dam á Neystabø sigur, at bólturin liggur í Suðuroy, men haðani eru ongi stig tikin til at fremja ætlanina.
- Tá ið vit í síni tíð samtyktu lógina um eftirskúlar, varð ein serstøk heimild sett inn, ið gevur landsstýriskvinnuni heimild at taka stig sjálv - og ikki bara bíða eftir øðrum, sigur Høgni Hoydal.
Bæði hann, og fleiri aðrir løgtingslimir, halda, at landsstýrið eigur at lofta tí bóltinum, tí her hava vit eitt lokalt inititativ, sum allar kommunur í Suðuroy og í landinum stuðla.
Tað eigur landsstýrið at gera og ikki bara sparka bóltin aftur til stigtakarar og kommunur, halda fleiri løgtingslimir.
Høgni Hoydal sigur, at tað ber væl til at fíggja eftirskúlan, um so er, at bara ein partur av teimum á leið 80 næmingum , sum fara av landinum á eftirskúla um árið, ístaðin høvdu farið á ein føroyska eftirskúlan.
- Samstundis ber eisini til at fáa næmingar úr øðrum londum.
- Vit senda í dag fólk og arbeiðspláss av landinum. So ein eftirskúli er bæði góður fyri fólkavøkstur, góður fyri næmingar og góður fyri búskapin, tí hann skapar arbeiðspláss.











